Grikkar ov sterkir

EM-undankapping: Heldur ikki ímóti Grikkalandi eydnaðist tað Føroyum at vinna stig

Føroyska A-landsliðið hjá monnum tapti eisini sín seinna dyst í EM-undankappingini, sum hetta vikuskiftið er blivin spæld í høllini á Hálsi. Endaliga úrslitið í dagsins dysti ímóti Grikkalandi gjørdist 26-24 til grikkar, ið meginpartin av dystinum tyktust at hava tamarhald á støðuni.

 

Í fyrra hálvleiki var sera javnt ein stóran part av hálvleikinum. Tó misnýttu føroyingar fleiri møguleikar at leggja seg á odda, tá ið teir spældu í yvirtali. Gjøgnumgangandi funnu føroysku leikararnir eiheldur hvønn annan nóg væl á vøllinum, og tað førdi til, at Grikkaland kundi fara til hálvleiks á odda 13-11.

 

Besta tíðarskeiðið hjá føroyska liðnum í dystinum var í fyrstu 10 minuttunum í seinna hálvleiki. Tá stóð føroyska verjan stinn, tí at tað vóru farnir yvir 40 minuttir, áðrenn Grikkaland skoraði sítt fyrsta mál í hálvleikinum. Føroyar komu á odda 15-13, men ongantíð bleiv leiðslan størri enn hesi tvey málini. Grikkar fótaðu sær seinni í hálvleikinum, tí tá ið sjey minuttir vóru eftir rann Grikkland frá føroyska liðnum og kom á odda 23-19. 

 

Endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til Grikkaland. Undan dystinum var kravið til føroyska liðið, at vinnast skuldi við fimm málum fyri at spæla seg víðari til komandi undanumfar til EM í 2020, men heilt nær at hesum kravinum komu føroyingar ongantíð. Grikkaland vinnur bólkin og spælir seg víðari til komandi undanumfarið.

 

Endaliga stigatalvan í EM-undankappingarbólkinum bleiv hendan:

 

1. Grikkaland 4 stig

2. Kýpros 2 stig

3. Føroyar 0 stig

 

Málskjúttarnir hjá Føroyum í dagsins dysti vóru hesir:

 

Føroyar-Grikkaland 24-26 (11-13)

 

Føroyar: Julian Olsen 5, Allan Norðberg 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Rókur Akralíð 3, Nicklas Selvig 2, Tony Weyhe 2, Tróndur Kragesteen 1, Andrias Eriksen 1.