Gull og bronsa til stafettirnar

OYGGJALEIKIR: Kvinnustafettin í 4 x 100 metrar frí vann gull, og mansstafettin í 4 x 100 blandað vann bronsu

Gullregnið og heiðursmerkjaregnið heldur fram í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.

 

Kvinnustafettin í 4 x 100 metrar frí vann gull, og mansstafettin í 4 x 100 blandað vann bronsu.

 

Vár E. Eidesgaard, Signhild D. Joensen, Sára R. Nysted og Jana B. Thomsen vunnu kappingina 4 x 100 metrar frí við tíðini 3:51.66. Terji Nielsen frá in.fo, sum er staddur í svimjihøllin staðfestir, at tað var framúr væl svomið av føroysku kvinnunum. Isle of Man gjørdist nummar tvey við tíðini 3:53.56.

 

Marius Ihlen Garðshorn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Róland Toftum vunnu bronsu í kappingini 4 x 100 metrar blandað. Teir høvdu tíðina 3:52.71.

 

Isle of Man vann kappingina í 4 x 100 metrar blandað við tíðini 3:46.87. Nummar tvey gjørdist Guernsey við tíðini 3:48.02.