Tað er aftur føroyskur gullfagnaður í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.
Signhild D. Joensen hevur vunnið gull í 200 metrar rygg, og hevur sett nýtt oyggjaleikamet.
Signhild D. Joensen kom á mál við tíðini 2:12.46. Nummar tvey var Gemma Atherley av Jersey við tíðini 2:14.69.