Gull og oyggjaleikamet til Signhild

OYGGJALEIKIR: Signhild D. Joensen vann gull í 200 metrar rygg, og setti nýtt oyggjaleikamet

Tað er aftur føroyskur gullfagnaður í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.

 

Signhild D. Joensen hevur vunnið gull í 200 metrar rygg, og hevur sett nýtt oyggjaleikamet. 

 

Signhild D. Joensen kom á mál við tíðini 2:12.46. Nummar tvey var Gemma Atherley av Jersey við tíðini 2:14.69.