Gull til Anju og Nikkel

OYGGJALEIKIR: Enn einaferð gjørdu bogaskjúttarnir eitt gott hál, tá Anja Eydnudóttir og Nikkel Petersen fyri løtu síðani vunnu gull

Kappingin í dag, sum kallaðist Mixed Head to Head Team, er spildurnýggj, so tí hava Anja og Nikkel ikki bara vunnið gullið í compound, men eisini sett fyrsta metið í hesi greinini av tí einfaldu orsøk, at eingin hevur kappast upp á henda mátan fyrr.

Í finaluni vunnu tey bæði ein tepran 145-140 sigur á tveimum skjúttum frá Guernsey. Tað stóð veruliga á gomlum nøglum, tí tá síðstu fýra pílarnir vóru eftir at skjóta, vóru Anja og Nikkel bara á odda 108-106.

Men tey royndust eisini drúgvari í avgerandi løtuni, og endaðu við at vinna gullið, sum er tað fjórða hjá bogaskjúttunum higaril, meðan Jersey fekk bronsu framman fyri Gotland, ið mátti taka til takkar við fjórðaplássinum.

Eisini recurve-skjúttarnir kappast í Mixed Head to Head Team, men har rakk tað í dag ikki longur enn til eitt fjórðingsfinalupláss, har rendu seg í Jersey og ikki komu víðari.

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu við Anju Eydnudóttir og Nikkel Petersen.