Gunnar og FH skulu til Slovenia

Hevði finski dómarin, Ville Nevalainen dømt nakað frægari, so skuldi Víkingur allarhelst til Slovenia

 

Gunnar Nielsen heldur, at tað var uppiborið, at lið hansara FH vann á Vìkingi. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen hevði vaml av tí, sum hendi á Tórsvølli ígjár, tá FH vann 2-0 og samanlagt 3-1 á Víkingi í øðrum umfari í Champions League undankappingini. Og ikki so fá kring landið meina, at finski dómarin, Ville Nevalainen kostaði Víkingi ein møguligan 0-0 javnleik, sum hevði sent Víking víðari í kappingini.

 

Óannsæð, so er FH víðari í kappingini, og nú er tað greitt hvørjum liði Gunnar Nielsen og liðfelagarnir møta í triðja undanumfarinum.

 

Talan verður um slovenska meistaraliðið, Maribor, sum FH skal møta í triðja undanumfarinum. Maribor og bosniska meistaraliðið, Zrinjnski leiktu javnleik 1-1, og Maribor vinnur samanlagt 3-2, tí Maribor vann 2-1 í Bosnia.

 

Gunnar og liðfelagarnir í FH spæla fyrra dystin í Slovenia, mikudagin 25. juli, og mikudagin 1. august er returdystur á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen fer at gera sítt, og allar Fótbólts-Føroyar ynska honum hjartaliga góða eydnu víðari í Champions League kappingini. Vinna Gunnar og liðfelagarnir seg í fjórða undanumfarið, so er ein føroyskur fótbóltsspælari bert tveir dystir frá Champions League bólkaspælinum, og tað hevði verið føroysk fótbóltssøga, um tað eydnaðist. 

 

Men samstundis skal ljóða eitt ynskið um, at fleiri útispælarar hjá FH standa betri á vøllinum, bæði so og so. Maribor er eitt sera sterkt lið, sum hevur vunnið slovenska meistaraheitið seks av teimum sjey seinastu ferðunum, og ikki færri enn 14 ferðir tey seinastu 20 árini. 

 

Maribor hevur í evropeiskum dystum megnað at spælt javnleik ímóti stórliðum, sum Chel­sea, Totten­ham, Schal­ke04 og Sevilla, og hevur í evropeiskum dystum vunnið á Celtic, Macca­bi Tel Aviv og Pan­athinai­kos. So Gunnar og FH fáa sína sak fyri. Aftasti skansin hjá FH er tó vanur við stórleikarar í landsliðshøpi. Nú mugu vit bara vóna, at liðfelagarnir eisini megna setningin ímóti sterkum mótstøðuliði. Áfram Gunnar!