Leita á in.fo

Pætur Albinus 17.08.2017 (21:24)

Gunnar stóð ein branddyst

FH við føroyska landsliðsvenjaranum, Gunnari Nielsen, spældi dyst í Europa League í kvøld. Talan var um fyrra dystin í playoff-umfarinum um at koma í bólkaspælið í Europa League, og mótstøðuliðið var portugisiska Braga.


Við einum máli góðar fimm minuttir undan hálvleikssteðginum syrgdi Halldór Orri Björnsson fyri, at FH heldur óvæntað fór til hálvleiks á odda 1-0. Seinni hálvleikur var eitt korter gamal, tá ið Paulinho javnaði til 1-1 fyri gestirnar.


FH royndi at halda fast, men góðar 10 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað gestunum at fáa sigursmálið. Tað var Nikola Stoiljkovic, ið tryggjaði Braga 2-1-sigurin undan returdystinum, sum verður í Portugal um eina viku.


Morgunblaðið setir spurnartekin við, um Gunnar Nielsen ikki átti at bjargað tí fyrra málinum hjá Braga, men annars eru bæði Morgunblaðið og aðrir íslendskir miðlar samdir um, at Gunnar stóð ein branddyst í málinum.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her