Gunnar var bestur

Íslendingar halda at Gunnar Vatnhamar var dagsins leikari hjá Víkingi í gjár.

Víkingur tryggjaði sær í gjárkvøldið eitt frálíkt útgangsstøði Champions League-undankappingini, tá ið teir í fyrra dystinum á útivølli ímóti íslendska FH fingu 1-1-javnleik við sær heimaftur.


Sorin Anghel fekk tiltuskað sær brotsspark, og Adeshina Lawal setti tað í málið, men tað er ein heilt triði spælari, sum íslendska heimasíðan fotbolti.net hevur kosið sum besta spælara hjá Víkingi.


- Gunnar Vatnhamar. Hann var drúgvur hjá Víkingi, bæði í verju og í álopi. Hann steðgaði nógvum royndum hjá FH við stríðsvilja og at stúta bóltin úr málteiginum, skrivar heimasíðan.


Í Vikuskiftissosialinum hesaferð ber til at lesa leikarametingarnar, sum føroyski miðilin á staðnum, Miðlahúsið, gjørdi frá dystinum.


Seinni dysturin ímillum Víking og FH verður spældur á Tórsvølli týskvøldið í komandi viku. Dysturin byrjar kl.18.00.