H71 er FM vinnari

H71 - VÍF 26-21 (12-10)

Málskúttar H71: Pætur Thomsen 5 mál, Rúni Vest Højgaard 4 mál, Hilmar Leon Jakobsen 4 mál, Dánjal Tórgarð 3 mál, Jónas Djurhuus 3 mál, Peter Krogh 3 mál, Ári Dam 2 mál, Andor Sivertsen 1 mál, Hans Kári Hansen 1 mál
Málskjúttar VÍF: Philip Jojic 9 mál, Áki Egilsnes 6 mál, Andrias Eriksen 2 mál, Hanus Christophersen 2 mál, Magnus Muller 1 mál, Sjúrður Olsen 1 mál

Bjargingar lutfall H71: Ári Dam 54% (14/24), Jens á Skipagøtu 25% (3/12)
Bjargingar lutfall VÍF: Mladen Mjerimacka 35% (13/37)

 

60 minuttir: Dysturin er liðugur. H71 er nýggjur føroyameistari eftir at hava vunnið yvirbevísandi í dag. VÍF kom ikki reiðiliga inn í dystin aftur eftir at Julian Olsen fór út við skaða. VÍF var bert á odda einafer í dystinum, meðan H71 hevði yvirskot allan dystin og helt eina trygga leiðslu eftir 45 minuttir. Ári Dam var stórspælandi og hevði heilt nógvar stórar bjargingar. 

 

59 minuttir: H71 áskoðarnir dansa, meðan gula fjøldin øll situr niðri. Andor Sivertsen skorar frá vonginum, og vestmenningar brenna.

 

57 minuttir: Tveir minuttir útvísing til Vestmenningar og luftin er farin úr ballónini. Hoyvíkingar gera aftur útskiftingar og brúka breiddina á bonkinum.

 

55 minuttir: Vestmenningar skulu skjóta fimm mál uppá fimm minuttir. Dysturin er avgjørdur, og H71 tekur sær av løttum.

 

52 minuttir: H71 skora aftur lætt frá egnari hálvu í tómt mál. Kostar onga orku hjá H71 at halda VÍF frá fatinum og spenningur kemur ikki á aftur dystin.

 

51 minuttir: TIME-OUT. 

 

50 minuttir: Dysturin er so gott sum avgjørdur. Vestmenningar hava onki yvirskot og ringt er at síggja teir koma afturíaftur. Teir gera eina síðstu roynd við at spæla við sjey í álopinum og teir megna at skora. H71 eru tó væl skipaðir og síggja út sum teir hava meira orku enn VÍF.

 

47 minuttir: Fimm mál á muni eftir eitt heldur løgið mál frá H71, har ein hoyvikungur loypur inn í felti og fangar leysa bóltin. Ári Dam er stórspælandi og tekur alt í løtuni og skorar enntá frá egnum málið fyri aðru ferð.

 

46 minuttir: Áki Egilsnes brennir aftur, har Ári Dam ger eina góða bjarging. VÍF gevur sær ikki tíð í álopinum, og menn skjóta uppá hálvar kjansir. Hilmar Leon skorar aftur. 

 

45 minuttir: Philip Jojic brennur straffi sum hann roynir at skrúva runt um Ára Dam, men Ári er vaks. Nógvir steðgir eru í dystinum, og tempoði er lágt.

 

44 minuttir: Peter Krogh verður ikki mannsvardur longur. Hann ger bart beinanveg og fær brotskast. Jónas skorar og gevur H71 tvey málsleiðslu aftur. H71 verjan stendur høgt í eini 3-2-1 uppstilling.

 

42 minuttir: H71 skorar og vestmenningar verða fullmannaðir aftur. 

 

41 minuttir: TIME-OUT

 

39 minuttir: Ári bjargar og Pætur Thomsen fer í skótálop og skorar. Útvísing til VÍF og teir spæla uttan málmann í álopinum. VÍF skorar uppá ein smartan flúgvara.

 

38 minutir: Mladen fær fótin á skotið hjá Pætur Thomsen. Lív er í dystinum, og vestmenningar eru við aftur.

 

32 minuttir: Annar hálvleikur er byrjaður aftur og tað við nógvari fer. 3 mál innan fyrsta minuttin. Brotskast til vestmenningar og gult kort til Jónas. H71 fullmannaðir aftur.

 

Hálvleikur: VÍF megnar ikki at skora uppá síðsta álopi áðrenn hálvleik. H71 sær út til at hava spart marginalspælararnar og allir hoyvíkingarnir hava spælt inni. VÍF er komi eitt sindur inn í dystin aftur, men H71 hevur frískar spælarar til restina av dystinum. Hálvleiksstøðan er 12-10

 

28 minuttir: VÍF skorar uppá brotskast. Áki Egilsnes fær eitt brotskast afturat og hoyvíkingar fáa 2 minuttir útvísing. Philip Jojic skorar aftur.

 

27 minuttir: Mladen heldur VÍF inni í dystinum, og ger eina megnar bjarging. Onki mál er skotið í nakrar minuttir.

 

25 minuttir: H71 ger fleiri útskiftingar og vísir breidd í hópinum. Dánjal Tórgarð kemur inn og skorar sítt fyrsta mál. Hoyvíkingar hava yvirtakið.

 

22 minuttir: Rúni Højgaard skorar aftur og gevur H71 eina tveymálsleiðslu. TIME OUT aftur.

 

20 minuttir: Magnus Muller er komin á miðjuna hjá VÍF, og hetta sær út til at rigga. 

 

17 minuttir: Fyrsta brotskast til H71. Peter Krogh skýtur á tvørtraði. Julian Olsen sær ikki út til at koma fyri seg aftur eftir stoytin og kemur ikki inn aftur. VÍF skorar uppá skjótálop.

 

16 minuttir: VÍF skorar uppá skjótálop eftir at H71 missir bóltin. Fyrsta TIME-OUT verður tikið.

 

15 minuttir: VÍF eru slakaðir aftur, og H71 tekur yvir aftur. Peter Krogh verður mansvardur, men vestmenningar hava ringt við at halda H71 frá málinum. Sær út sum at hoyvikingar hava meira yvirskot.

 

12 minuttir: Rúni Højgaard er komin inn og tekur av kjansinum og skorar sítt næsta mál.

 

9 minuttir: Eftir at Julian Olsen fór út, hevur spælið gingið betur hjá VÍF, og Áki Egilsnes javnar.

 

7 minuttir: Áki Egilsnes skorar fyrsta málið fyri VÍF

 

6 minuttir: Jens á Skipagøtu bjargar aftur, og H71 fer í skjótálop og skorar. Julian fer haltandi út, og verður útskiftur.

 

5 minuttir: H71 er komið best frá byrjan, og leggja seg skjótt á odda 2-0, og verja væl.