Leita á in.fo

Andrias F. Hansen, venjari hjá KÍF kann fegnast um enn eitt framúr gott avrik ímóti H71

Heri Simonsen 07.11.2018 (21:35)

H71-KÍF 22-24 - Dystarendin og samrøður (FM1)

Kollfirðingar lupu aftur hvøkk á hoyvíkingar í kvøld. Fyri aðru ferð fór H71 av vøllinum aftaná dyst ímóti KÍF við ongari úrtøku.

 

KÍF vann dystin í Hoyvíkshøllini 24-22. Í steðginum var KÍF á odda 13-11. Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við 10 málum. Borko Cupara skoraði sjey mál fyri KÍF. Toppskjútti hjá H71 var Rúni Vest Højgaard við fýra málum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍF, Andrias F. Hansen.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niklas Hanusson hjá H71.

 

4) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Claus Rasmussen taka samanum dystin. Claus viðgongur, at hann hevði als ikki væntað, at KÍF fór aftur at megna at koppa H71.

 

2

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her