Leita á in.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 16.04.2018 (09:05)

H71-kvinnur handaðu blómutyssi til fjeppara

Kvinnurnar hjá H71 endaðu sítt fyrsta kappingarár í bestu deildini um vikuskiftið.

 

H71 endaði á sætta plássi, men kundu sum heild fegnast um eitt góðkent avrik í fyrsta kappingarárinum á hægsta støðið.

 

Eisini nýttu tær høvið at fegnast saman við áskoðarunum, og eftir dystin handaðu tær eitt blómutyssi til trúfasta stuðulin, Margrét Bech.

 

Hetta skrivar heimasíðan hjá H71, h71.fo um Margrét:

 

- Og ein tann ídnasti mann vera Margret Bech. Hon er ein av teimum fáu, sum letur hoyra frá sær. Hon er altíð stuðlandi, og hon roynir alt, hon kann, at fáa hinar áskoðararnar at vakna og stuðla liðinum betri. Ein sonn fyrimynd fyri áskoðarar!

 

- Kvinnurnar hjá okkum hava følt hetta, og Margret eigur uttan iva ein part at frálíku úrslitunum hjá okkara kvinnuliði.

 

Fyri hetta fekk Margret aftan á dystin í gjárkvøldið handað eitt blómutyssi frá leikarunum.

 

Væl og virðiliga uppiborið, Margret.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her