H71 og Neistin í finaluni eftir rok á Hálsi

H71 vann greiðan sigur á VÍF, áðrenn Neistin eftir ein hart spældan dyst við tveimum reyðum kortum spældi seg í finaluna.


Ein heldur harðligur og hatskur dystur millum Neistan og Kyndil førdi til tvey reyð kort

Ein heldur harðligur og hatskur dystur millum Neistan og Kyndil førdi til tvey reyð kort

H71 - VÍF 28-21 (14-11)

Neistin - Kyndil 21-20 (10-10)

Seinasta hálvfinaluumfar var leikt í kvøld.

 

Undir øgiligum hýri frá einari stúvaðari Hoyvíkshøll spældu H71 og VÍF ein dyst, ið bert var spennandi í fyrra hálvleiki.

Tað mundi kosta vestmenningum dýrt, at Andrias Eriksen fekk ein skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og VÍF misti ein av lyklunum at lata H71-verjuna upp.

 

Tað eydnaðist H71 at fáa eina leiðslu upp á trý mál við til hálvleiks, og í einar tíggju minuttir av seinna hálvleiki livdi VÍF-vónin. Tá høvdu vestmenningar nakrar ferðir minkað niður í tvey mál á muni, men so skrædnaði.

Munurin tók at økjast. H71 fekk onkursvegna so at siga allar bóltar fram við Mladen Mjerimacka, og í hinum endanum riggaði lítið hjá VÍF.

 

Væl fyri leiklok var dysturin avgjørdur, og hann endaði við greiðum sigri til H71 við úrslitinum 28-21.

Sostatt var H71 í FM-finalunum, og bíðað var nú eftir um tað var Neistin ella Kyndil, ið skuldi vera mótstøðuliðið.

 

Neistin - Kyndil 21-20 (10-10)

Hetta var áttandu ferð hetta kappingarárið at havnarfeløgini bæði hittust, og teir sjey undanfarnu dystirnir millum liðini bæði høvdu verið tættir og verjukendir - og eitt sindur harðligir viðhvørt.

Hetta skuldi vísa seg at endurtaka seg. Leikararnir báðumegin tóktust sera tendraðir, og fyrstu løtuna fullu fleiri útvísingar báðar vegir.

 

Eisini á Hálsi var ein øgiligur rómur og gangur í tætt stappaðu høllini, og viðhaldsfólkini dýktu á sínar leikarar um at berjast fyri finaluni.

 

Á máltalvuni gekk eisini júst sum væntað. Liðini skiftust um leiðsluna, og ongantíð eydnaðist tað at sleppa meira enn tvey mál fram um.

Í hálvleikinum var eisini púra javnt við úrslitinum 10-10.

Seinni hálvleikur byrjaði við dramatikki og einum smeiti fyri Kyndil. Í fyrstu løtunum av seinna hálvleiki varð Rógvi Dal Christiansen vístur út fyri triðju ferð, og fekk harvið reytt kort.

 

Kyndil mátti royna seg uttan týdningarmikla strikuleikaran, og helt eisini fast í Neistanum á máltalvuni.

Men tað sást, at summar av vanligu loysnunum væntaðu í álopinum hjá Kyndli, og trupult var at taka leiðsluna aftur, hóast Neistin var hildin frá nógvum málum.

Í staðin hevði Neistin hug at vera eitt og tvey mál á odda, men Kyndil javnaði aftur við einum fimm minuttum eftir at leika.

 

Neistin legði seg enn einaferð tvey mál á odda, men eftir eina útvísing til Neistan eydnaðist tað Kyndli at minka niður í eitt mál á muni.

Tá ið einir tveir minuttir vóru eftir at leika, kom so støðan, ið øll fara at minnast. Støðan var 19-18 til Neistan, ið hevði álop.

 

Rasmus Søby royndi at trýsta seg ígjøgnum verjuna, men var hildin av fleiri monnum, so at fríkast var dømt. Í tí - ella beint eftir - at dómararnir høvdu floytað fyri hesum fríkasti, sendi Rasmus bóltin hart ímóti málinum, og rakti kyndilsmálverjan, Tórð Guttesen, so dygst í andlitið.

Neistamaðurin fór yvir til Tórð Guttesen, ið sum vera man var í øðini um at fáa bóltin í andlitið. Kyndilsmálverjin fýrdi Rasmus Søby í bringuna, og neistamaðurin fór um koll.

 

Eftir at hava prátað sínamillum og við dómaraeygleiðaran valdu dómararnir at geva beinleiðis reytt kort til Tórð Guttesen. Ein avgerð, ið kyndilsfólk ikki vóru samd í. Men tað vóru neistafólk. Nú vóru teir bláu eisini í yvirtali og spældu Dánjal Ragnarsson upp til ein frían møguleika, ið hann tók av, so at støðan gjørdist 20-18 til Neistan.

 

Kyndil gjørdi skjótt av, svaraði aftur við at finna Róa Lamhauge á strikuni, so at støðan gjørdist 20-19. Minni enn ein minuttur var eftir, og Neistin spældi upp til Rasmus Søby, ið í roynd og veru avgjørdi dystin við einum langskoti. Tá ið Rói Lamhauge enn einaferð minkaði um munin vóru bert fimm sekund eftir, og so vann Neistin seg í FM-finaluna við 21-20 í triðja hálvfinaludystinum.

 

Seinastu løtuna eftir dystin var nakað av rokið í høllini, tá ið kenslurnar kókaðu yvir hjá summum, men hetta varð tíbetur loyst eftir lítlari løtu. Tað førdi ikki til meira enn nøkur ókvæmisorð, og var nakar serliga uppøstur, so varð hann steðgaður alt fyri eitt.

Dysturin var av, og avgerðin var fallin. Tað var ikki pent, men tað var spennandi.