H71 sigraði sannførandi í aðru finaluni

H71 gjørdi savnaðu støðuna í FM-finalunum til 1-1 við einum øgiligum avriki ímóti Neistanum


Neistin - H71 23-32 (12-16)

 

Les eisini: Trýstið er á H71

 

Trýstið var á H71, eftir at Neistin hevði sigrað eftir longda leiktíð í fyrsta finaludystinum.

Tað snýr seg um at vinna tríggjar dystir, so hoyvíkingar høvdu neyvan ráð at lata neistamenn leggja seg 2-0 fram um í finalusigrum.

 

Tað høvdu hoyvíkingar heldur ongan hug til í Høllini á Hálsi í kvøld.

H71 fekk betri byrjanina, og hóast Neistin helt fast, og eisini stundum hevði leiðsluna fyrsta korterið, gjørdist rættiliga skjótt greitt at H71 var betur fyri í kvøld.

Serliga var Peter Krogh ágangandi í álopinum, og stóð fyri seks málum í fyrra hálvleiki.

Hinumegin hevði Rasmus Søby eitt sindur trupult at sleppa til sínar yndismøguleikar og fekk bert tvey mál í fyrra hálvleiki.

 

Orsøkin til hetta var millum annað at Ári Dam í H71-málinum stóð sera væl, og verjan frammanfyri hann gjørdi sítt til, at H71 fekk skotið fleiri mál á rað, og lagt seg á odda við fýra og fimm málum.

Neistin minkaði um munin til hálvleiksstøðuna 12-16, og teir bláu høvdu nógv at prátað um í hálvleikinum.

Men loysnirnar høvdu teir ikki funnið. Eftir tríggjar minuttir av seinna hálvleiki var støðan 12-17, eftir at Neistin hevði brent tríggjar stórar møguleikar.

Jeppe Borch, neistavenjari tók time-out, men heldur ikki hetta bøtti. Fýra og ein hálvan minutt seinni var støðan 13-19 til H71 og Neistin tók sítt seinasta time-out.

Neistin fór nú at royna seg við sjey monnum í álopinum, og kom eisini til nakrar møguleikar, men Ári Dam í H71-málinum forðaði fyri at hesir vóru gagnnýttir.

 

H71 helt fram at økja, og munurin legði seg á eini átta mál við einum korterið eftir at leika.

Neistamenn ásannaðu at dysturin helst var taptur, men spældu dystin lidnan við góðum royndum. Tað eydnaðist tó ikki at minka nakað serligt um munin, og seinastu tíggju minuttirnar ella so bíðaðu øll í høllini bert eftir at dysturin skuldi vera av.

Í svarta partinum av høllini gingu hesir tíggju minuttirnar við fagnaðarrópum, meðan blái parturin vísti góðan anda við at díkja á sínar menn hóast tað ikki fór at røkka til úrslit hetta kvøldið.

 

At enda gjørdist úrslitið 23-32 til H71, ið sannførandi spældi seg inn aftur í finalurøðina. Neistamenn fingu helst ein smeit fyri sjálvsálitið, men teir vita sjálvir eins og hondbóltsfjepparar kring landið, at teir hava eitt hægri støðið enn hetta. Tað verður neyvan sama søga aftur, tá ið triðja finalan verður leikt hósdagin 18. apríl.

 

Orsøkin til langa steðgin áðrenn triðju finaluna, er at føroyska manslandsliðið skal spæla tveir undankappingardystir ímóti Ukreina 10. og 13. apríl.

 

Neistin - H71 23-32 (12-16)

Málskjúttar hjá Neistanum: Tróndur Kragesteen 5, Høgni Zachariassen 4, Torkil Hentze 3, Rasmus Søby 3, Rune Olsen 2, Karl Martin Olsen 2, Pætur Mikkjalsson 1, Dánjal Ragnarsson 1, Tróndur Mikkelsen 1, Teis H. Rasmussen 1

Málskjúttar hjá H71: Hilmar Leon Jakobsen 9, Peter Krogh 6, Niklas H. Hanusarson 4, Vilhelm Poulsen 4, Brandur Halgirsson 3, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Bergur Ákason 1, Rúni Vest Højgaard 1