H71 smurdi Kyndil av

H71 staðfesti oddasessin við knúsandi sigri ímóti Kyndli í kvøld.

Lagt var upp til spennandi dyst í FTZ-deildini í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil, sum hevði fyri neyðini at fáa ein sigur fyri at halda seg inni í stríðnum um FM-finalupláss, fekk vitjan av oddaliðnum H71, sum hevði tapt tveir dystir á rað.


Kyndil var omaná fyrstu løtuna, men tá ið H71 tók timeout við støðuna 8-6 til Kyndil, koppaði dysturin fullkomiliga til H71, sum fór til hálvleiks á odda 14-10.


Ein góð byrjan upp á seinna hálvleik var alneyðug hjá Kyndli, men teir væl uppløgdu hoyvíkingarnir vóru ikki til at steðga. 18-11 til H71 var støðan tá ið Kyndil tók timeout, men tað bøttist ikki og H71 vann sær so stóra leiðslu, at teir at enda lótu ungar leikarar royna seg.


Tá ið avtornaði vann H71 stórsigur 27-16. Sigurin hjá H71 hevur við sær, at teir nú hava tikið eitt risa fet ímóti FM-finaluni, meðan Kyndil eftir fyrsta tapið í fimm dystum nú hevur ring útlit til at røkka FM-finaluni.


Kyndil – H71 16-27 (10-14)

 

Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 4, David Edvardsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Josef Abrahamsen 1, Torvald Abrahamsen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hørður Fannar Sigtórsson 1


H71: Peter Krogh 11, Pætur Thomsen 3, Hilmar Leon Jakobsen, 3, Sigmundur Nolsø 2, Jónas G. Djurhuus 2, Dánjal Tórgarð 2, Tróndur Arge 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1


FTZ-deildin

1. H71 31 stig (21 dystir)

2. VÍF 27 stig (20 dystir)

3. KÍF 25 stig (20 dystir)

4. Kyndil 24 stig (21 dystir)

5. Neistin 20 stig (20 dystir)

6. StÍF 16 stig (21 dystir)

7. Team Klaksvík 1 stig (21 dystir)