H71 vendi dystinum og vann

Heimaliðið vann tepran sigur í Hoyvík, men Neistin er framvegis væl við í dystinum um finalupláss.

Tað var lagt upp til eitt brak av einum hondbóltsdysti í Hoyvíkshøllini í kvøld, har tey bæði fremstu liðini í FTZ-deildini, Neistin og H71, hittust í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.


Full ferð og harðar takklingar vóru at síggja longu í fyrsta álopi, og tað gjørdist eisini til ein beinharðan og tættan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at hava leiðsluna, og har tað mangan stóð á jøvnum.


Tað var ikki fyrr enn í allarsíðstu løtu av fyrra hálvleiki, tá ið H71 fekk tvær útvísingar, at Neistin megnaði at fáa eitt lítið hol. Neistin kom nevniliga á odda við tveimum og fór til hálvleiks á odda 12-10.


H71 fekk eina góða byrjan upp á seinna hálvleik, tí nærum alt fingu teir javnað til 12-12, og løtu seinnu vóru hoyvíkingar so á odda 14-13. H71 kom eisini á odda 17-14 og var omaná tað mesta av seinna hálvleiki.


Neistin misti stórskjúttan, Rasmus Søby, við skaða, men teir bláu stríddust tó væl og lótu ongantíð H71 sleppa avstað. Tá ið einir sjey minuttir restaðu í, javnaði Neistin til 23-23, og løtu seinni eisini til 25-25.


Brádliga var dysturin púra opin, og spurningurin var bara hvør fór at standa seg betur teir seinastu góðu fimm minuttirnar. H71 legði seg á odda 26-25. Báðir málverjarnir, Nicholas Satchwell (Neistin) og Jens á Skipagøtu (H71), høvdu stórbjargingar síðsta minuttin, men tað kom tó eitt mál afturat.


Hetta málið kom í allarseinastu seinastu sekundunum, og tað var Hilmar Leon Jakobsen hjá H71, ið skeyt tað. H71 vann tískil dystin 27-25, men tað er framvegis nærum púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður sunnudagin.


H71 – Neistin 27-25 (10-12)

 

 

H71: Hilmar Leon Jakobsen 9, Mark Marcher 5, Pætur Thomsen 4, Leivur Mortensen 3, Sigmundur Nolsø 2, Peter Krogh 2, Vilhelm Poulsen 1, Sigmundur Dahl 1


Neistin: Tróndur Kragesteen 8, Torkil Hentze 7, Høgni Zachariassen 3, Jónsvein Dulavík 2, Rune Olsen 2, Carl Herup Olsen 1, Pætur Mikkjalsson 1, Hjalti í Jákupsstovu 1