Hallur millum teir raskastu

Hagtøl vísa, at fáir renna líka nógv sum hann í donsku Superliguni.

Hóast AC Horsens er eitt av liðunum, sum leggur fægst kilometrar aftur um seg í miðal hvønn dyst í Superliguni, so hava teir ein spælara, sum telist ímillum teir, ið rennur allarmest í deildini.


Tað er føroyski Hallur Hansson. Hagtøl hjá heimasíðuni superliga.dk vísa, at hann rennur 11,6 kilometrar í miðal hvønn dyst, og tað er meira enn teir allarflestu leggja fyri dagin.


Hallur Hansson hevur av álvara bitið seg fastan á liðið hjá AC Horsens, har hann av vinstra vongi hevur spælt 13 dystir og skotið tvey mál.


Teir 10, ið renna mest í Superliguni:

1. Mohamed El Makrini, OB 12,5 km pr. dyst
2. Ibrahim Moro, SIF 12,3 km pr. dyst
3. Kasper Fisker, RFC 12,2 km pr. dyst
4. Stanislav Lobotka, FCN 12,1 km pr. dyst
5. Mikkel Vendelbo, SIF 12,0 km pr. dyst
6. Rasmus Würtz, AaB 12,0 km pr. dyst
7. Andrew Hjulsager, Brøndby 11,8 km pr. dyst
8. Lebogang Phiri, Brøndby 11,7 km pr. dyst
9. Hallur Hansson, Horsens 11,6 km pr. dyst
10. Jesper Christjansen, Lyngby 11,5 km pr. dyst
11. Jakob Poulsen, FCM 11,3 km pr. dyst
12. Casper Nielsen, Esbjerg 11,3 km pr. dyst
13. Nicolaj Madsen, SønderjyskE 11,0 km pr. dyst
14. Jeppe Grønning, Viborg 10,9 km pr. dyst
15. Ludwig Augustinsson, FCK 10,9 km pr. dyst
16. Nicklas Backmann, AGF 10,9 km pr. dyst