Hallur og Kaj Leo orka best

Føroyskir landsliðsspælarar orka best at renna

Bæði Hallur Hansson og Kaj Leo í Bartalsstovu eru komnir væl frá byrjan í nýggja árinum. Hallur Hansson vann rennitestina hjá AC Horsens, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdi tað sama í ÍBV.

 

Tað er ein sannroynd, at føroyskir fótbóltsspælarar klára seg betri og betri í altjóða fótbólti. Fleiri taka av møguleikanum og fleiri klára at vinna sær spælitíð.

 

Ein stórur partur av nýmótasfótbólti er at okra at renna. Tað verður sagt, at í dag er orka og ferð fyrsta treyt fyri, at stóru feløgini vísa tær ans. Í so máta, so stendur væl til hjá Halli Hansson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Teir hava í hvør sínum lag runnið longri enn hinir á liðnum, nú uppstartur hjá feløgunum í norðurlondum.

 

Hallur Hansson hevur verið ein lyklaspælari hjá AC Horsens, sum spælir í bestu deildini í Danmark, síðani skiftið frá Vendsyssel. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur júst skift frá íslendsku meistarunum, FH til ÍBV. Tað var soltið við spælitíð farna kappingarár, men fyrrverandi venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson, sum nú er venjari hjá ÍBV, sigst hava gott eyga á eginleikunum hjá gøtumanninum.