Hallur og teir vunnu

AC Horsens hevur hug at blanda seg upp í oddastríðið í Superliguni.

Hallur Hansson og teir úr AC Horsens vunnu eitt týdningarikið fet mótvegis oddastríðnum í Superliguni, tá ið teir í dag vunnu kravsigur á heimavølli ímóti botnliðnum, FC Helsingør.


Føroyski landsliðsleikarin byrjaði til vinstru heilt har frammi í hesum 2-0-sigrinum, sum varð grundlagdur longu í fyrra hálvleiki við málum frá Simon Okosun og Kjartani Finnbogasyni.

 

Tað hjálpti væl til hjá AC Horsens, at FC Helsingør fekk reytt kort longu í fyrra hálvleiki. Hallur Hansson varð útskiftur tá ið eitt korter var eftir at spæla.


Enn eru fimm dystir eftir at spæla hetta umfarið, men fyribils hevur AC Horsens vunnið seg upp á triðja pláss í Superliguni undir liðini á FC Midtjylland við 16 stigum.