Hallur: Vit skulu standa saman

FM1: Vit skulu vísa áskoðarunum, at vit vilja tað, sigur Hallur Hansson

Í kvøld spælir føroyska landsliðið annan dystin í EM 2020 undankappingini. Dysturin er móti Rumenia í býnum Cluj. Hallur Hansson verður óiva á miðjuni, men tað verður ikki dysturin móti Malta, sum verður tonkunum hjá honum.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Vit kunnu sikkurt tríva í ymiskt, men veruleikin er at eg tími ikki. Tey flestu halda at hatta var ein lorta dystur, og tað er tað eisini tí vit tapa, men vit hava so møguleikan til at tað ikki skal henda, men vit útnytta ikki marginalarnar, sigur Hallur Hansson og sigur víðari:

 

Les eisini: Kaj Leo fær møguleikan

 

- Hetta verður nakað heilt annað. Nú eru vit “underdogs”. Eg havi ongantíð følt, at tveir dystir upp á tríggjar dagar er ein trupulleiki, men øll eru ikki líka. Vit hava nakað at vísa í morgin. Vísa at vit vilja hetta fyri okkara áskoðarum. Tú kanst altíð tapa, men tað eru ymiskir mátar at tapa uppá. Geva vit alt, sum vit eiga, so síggja fólk tað og reagera upp á tað. Eg vil hava at vit fara inn í morgin og geva alt vit eiga, sigur miðvallarin.

 

Meðan tað var realistiskt at vinna á Malta, so eru eitt sindur øðrvísi við Rumenia, sum er eitt væl sterkari lið, tí er torført at seta nøsina upp ímóti einum ávísum úrslitið heldur Hallur.

 

- Tað er torført at tosa um eitt ávíst úrslit, tí tað eru so smáir marginalar, ið gera munin. Eg verið nøgdur um vit spæla og kempa fyri hvørjum øðrum, og vísa at vit standa saman – eisini tá tað gongur okkum ímóti, sigur Hallur Hansson.

 

In.fo gitir at Heini Vatnsdal, Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint A. Olsen koma inn fyri Rógva Baldvinsson, Sølva Vatnhamar og Jákup L. Thomsen. Dysturin byrjar klokkan 19.45.