Leita á in.fo

Mynd: (b36.fo) Hans Jørgensen er nýggur málverji hjá B36

Tróndur Arge 11.01.2019 (15:31)

Hans skal verja málið hjá B36

B36 hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla málverjan, Hans Jørgensen. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.

 

B36 hevur í løtuni tveir aðrar málverjar. Í fjør stóð ungi Rói Mørk Hentze fleiri dystir. Hann hevur tó ein skaða, sum ger at hann helst skal sita uttanfyri í upp til átta vikur. Hartil er Símun Rógvi Hansen komin til felagið frá NSÍ. Hann hevur verið skaddur í alt fjør og væntast at kunna venja um ikki ov langa tíð.

 

Tí verður tað Hans Jørgensen, sum skal verja málið í Venjarakappingini, sum byrjar um vikuskiftið. 28 ára gamli málverjin hevur ikki spælt seinastu árini, men hevur spælt í bestu deildini fyri feløg sum HB, AB, B68 og 07 Vestur.

 

B36 spælir sunnudagin móti EB/Streymi í Gundadali. Hetta er fyrsta umfar av Venjarakappingini. Dysturin byrjar klokkan 13.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her