Hanus til FC Midtjylland

Hanus Sørensen úr HB fer til FC Midtjylland

Fyri kortum skrivaði in.fo um 16 ára gamla HB spælaran, Hanus Sørensen, sum er á veg til FC Midtjylland. Tá var avtalan ikki komin endaliga upp á pláss. Nú skrivar heimasíðan hjá HB, at skiftið er komið upp á pláss.

 

Les eisini: HB ari til FC Midtjylland

 

Hanus Sørensen er millum evnaríku spælararnar í ungdómsdeildunum hjá HB. Ætlanin er, at hann í fyrstu atløgu skal venja við akademinum, har eitt nú U21 landsliðsáleyparin Jákup Thomsen eisini spælir.

 

Heimasíðan hjá HB skrivar eisini, at Jákup Thomsen hevur gjørt fimm ára sáttmála við FC Midtjylland. Hetta hevur verið ávegis í eina tíð. Sum skilst, so skal Jákup Thomsen møguliga útleigast, sum ein partur av at mennast sum fótbóltsspælari.

 

FC Midtjylland er tiltikið fyri at menna spælarar, harav onkrir blíva seldir víðari til stórfeløg í Evropa. Her kunnu nevnast Pione Sisto til Celta Vigo og Erik Sviatchenko til Celtic.

 

HB seldi fyri kortum Teit Jacobsen til Sønderjyske. Nú er líkt til at enn ein HB ari verður at síggja í donskum fótbólti. Av øðrum kunnu nevnast Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen, René Shaki Joensen og Teit Jacobsen.