- Hatta var ikki reytt kort

ÍtróttarSosialurin: Tórður Thomsen, spælarametingar og U21 hondbóltur

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa samrøðu við Tórð Thomsen, sum als ikki heldur, at hann átti reytt kort í dramatiska toppdystinum í Gøtu, sum Víkingur vann 4-2 á B36.

 

Sosialurin kann keypast á netinum við at trýsta HER

 

- Hatta var ikki reytt kort, sigur Tórður Thomsen, sum nú má sita uttanfyri í steypafinaluni við leikbanni. Dysturin í Gøtu er eisini dysturin hesa vikuna og tí spælarametingar eisini við í blaðnum.

 

Les eisini um lyklatølini, ið gjørdu munin í HM endaspælinum í Algeria. Sonni Larsen greiðir í samrøðu frá nøkrum áhugaverdum tølum, sum lýsa okkara avbjoðingr væl. Gleðiligt er, at vit kunnu blíva betri á fleiri økjum.

 

- Tá vit fáa tvey pluss tvey at geva fimm, tá hava vit ein kjans, sigur Sonni Larsen, U21 landsliðsvenjari, ið hevur nógv upp á hjartað í samrøðuni.

 

Les eisini samrøðu við Andrias Edmundsson, sum hevur skift til Sunderland, um landsliðsúttøkuna hjá Lars Olsen, um 1.deild menn og kvinnur og stuttsøgd ítróttartíðindi.