Hattrik til Real Madrid

Real Madrid kann triðja árið á rað kalla seg heimsins best lið

Real Madrid vann í gjár 4-1 á Al-Ain úr Sameindu Emirríkunum í HM-finlauni fyri feløg. Hetta er triðju ferð upp í slag, at Real Madrid vinnur kappingina og kann kalla seg heimsins besta lið.

 

Tað er bara Champions League vinnarin, sum sleppur at luttaka í kappingini fyri Evropa. So hóast talan ikki er um drúgvastu mótstøðuna í sjálvari kappingini, er hetta ein stórur heiður. 

 

Luka Modric, Marcos Llorente, Sergio Ramos og eitt sjálvmál tryggjaðu Real Madrid sigurin í finaluni. 

 

Real Madrid – Al-Ain 4-1 (1-0)

1-0 Luka Modric, 14

2-0 Marcos Llorente, 60

3-0 Sergio Ramos, 79

3-1 Tsukasa Shiotani, 86

4-1 Yahia Nader, 90 sjálvmál