Leita á in.fo

KÍ hevur møtt HB í steypafinaluni átta ferðir, men seinasta finalan teirra millum var afturi í 1998.

Heri Simonsen 20.04.2017 (19:55)

Hava ikki møtst í finaluni síðani 1998

Nú B36 og HB møtast í aðrari hálvfinaluni, og NSÍ og KÍ møtast í hinari hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið er vert at hyggja eftir finalusøguni hjá hesum fýra liðunum.

 

Um B36 knógvar HB, og NSÍ knógvar KÍ, so verður tað fyrstu ferð í søguni, at hesu bæði liðini møtast í steypafinaluni.

 

Um HB knógvar B36, og NSÍ knógvar KÍ, so verður talan um fimtu ferð, at NSÍ og HB møtast í steypafinaluni. Í 1980 tapti NSÍ, sum tá spældi í næstbestu deildini 1-2 ímóti HB í finaluni. Í 1988 møttust liðini aftur í tí seinastu finaluni um gomlu Ísafjarðasúluna. HB vann finaluna 1-0, og setti ta triðju ísafjarðasúluna inn í steypaskápið. Í 2002 møttust liðini í finaluni um løgmanssteypið í dýrdarveðri á Tórsvølli. Finalan, sum var leikt ólavsøkudag endaði 2-1 til NSÍ. Tvey ár seinni, í 2004 fekk HB tó hevnd. Í finaluni á Tórsvølli, sum eisini var spæld á ólavsøku hetta árið vann HB 3-1 á NSÍ. 

 

Um KÍ hinvegin vinnur á NSÍ, so fáa vit eina rættiliga klassiska finalu, um vit fara aftur til aldarskiftið, og longur aftur til seinna helming av 20. øld. Tí KÍ hevur í heili 12 steypafinalum spælt ímóti øðrum av havnarliðunum. 

 

KÍ hevur fýra ferðir møtt B36 í steypafinaluni. Talan er um tveir steypasigrar hvør. Í 1967 vann KÍ 4-2 á B36 í finaluni um Ísafjarðasúluna. Henda finalan var spæld í Sarpugerði í Norðragøtu. Í 1999 vann KÍ 3-1 á finaluni um løgmanssteypið, sum var spæld á ovara vølli í Gundadali. Á ólavsøku 2001 spældu liðini í ódnarveðri á Tórsvølli finaluna um løgmanssteypið, har nærum eingir áskoðarar vóru eftir, tá dómarin bríkslaði dystin av. B36 vann 1-0 ta ferðina. Í 2006 møttust liðini á ovara vølli í Gundadali. Tá vann B36 sín higartil seinasta steypasigur, tá B36 vann 2-1 á KÍ í finaluni.

 

KÍ hevur møtt HB átta ferðir í steypafinaluni. KÍ hevur bert vunnið eina steypafinalu á HB, og tað var fyri 51 árum síðani, tá KÍ í finaluni um Ísafjarðarsúluna, sum var spæld í Sarpugerði í Norðragøtu í 1966 vann 4-2 á HB. 

 

HB vann ta fyrstu steypafinaluna, sum nakrantíð var spæld í føroyskum fótbólti ímóti júst KÍ. Hetta var í 1955, tá HB í finaluni, sum var spæld í Gundadali vann 3-1 á KÍ. Tvey ár seinni møttust liðini aftur í steypafinaluni, sum aftur hesaferð var leikt í Gundadali. Ta ferðina vann HB 1-0. Í 1973 var aftur steypafinala millum HB og KÍ í Gundadali. HB vann ta finaluna við einum 3-1 sigri. 

 

Í 1976 spældu liðini tvær finalur, heima og úti. HB vann báðar finalurnar. HB vann 1-0 norðuri í Klaksvík, og 3-0 í Gundadali, og harvið samanlagt 4-0. Í 1979 vann HB sín higartil størsta finalusigur á KÍ. Tá var aftur farið til leistin at spæla eina finalu, sum var spæld á ovara vølli í Gundadali. HB vann heili 5-0 ta ferðina. Liðini møttust aftur í Gundadali til eina finalu um løgmanssteypið í 1992, tá vann HB ein tepran 1-0 sigur. Í 1998 var seinasta finalan millum HB og KÍ spæld á ovara vølli í Gundadali. HB vann ta finaluna við einum 2-0 sigri. 

 

Í finalusigrum er sostatt 7-1 til HB ímóti KÍ, og 3-1 til HB ímóti NSÍ. Í finalusigrum er javnleikur 2-2 ímillum KÍ og B36. Enn hevur føroyskur fótbóltur til góðar at uppliva eina finalu millum NSÍ og B36.

 

Á hesum yvirlitinum frá Wikipedia sæst hvussu ofta tey ymisku føroysku liðini hava vunnið steypakappingina, hvussu ofta tey hava tapt eina finalu, og nær tey seinast vunnu eina steypafinalu. Tað er vorðið langt síðani hjá bæði NSÍ, HB og B36, at tey vunnu eina steypafinalu. Seinasti sigurin hjá KÍ var í steypafinaluni í fjør, tá KÍ vann á Víkingi aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

 

HB Tórshavn26122004
KÍ Klaksvík692016
GÍ Gøta632005
B36 Tórshavn5102006
TB Tvøroyri541977
Víkingur 512015
EB/Streymur432011
NSÍ Runavík252002
VB Vágur131974
B71 Sandoy121993
ÍF Fuglafjørður6
Royn Hvalba1
Leirvík LÍF1
B68 Toftir1