Leita á in.fo

Andrias Nielsen hjá KÍF hevur lítlar vónir um at røkka FM-finaluni nú

Heri Simonsen 19.03.2017 (21:55)

Hava lítlar vónir um eina FM-finalu nú

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við áttamálsskjúttan hjá KÍF, Andrias Nielsen aftaná Andrias og liðfelagarnir høvdu tapt 24-27 (8-10) ímóti VÍF í oddadystinum í FTZ deildini, sum var spældur í Vestmanna.

 

Andrias Nielsen hevur nú lítlar vónir um, at teir í KÍF kunnu vinna seg í FM-finaluna. Hann heldur, at KÍF má vinna allar sínar dystir, sum eru eftir, og so mugu teir hava hjálp frá øðrum liðum, sum mugu koppa VÍF.

 

Í góðum sjálvkritiskum anda heldur Andrias Nielsen, at tað hjálpti ikki uppá tað, at liðfelagar hjá honum fingu útvísingar fyri kjaftaslit í dag. 

 

- Hetta er ikki á egnum hondum meir, ásannar Andrias Nielsen. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her