Leita á in.fo

Pætur Albinus 08.02.2018 (20:45)

Hava prestar við til OL

Vetrarleikirnir verða settir í suðurkoreanska býnum Pyeongchang í morgin, og tey 92 luttakandi londini eru nú øll komin til landið. Í hópunum hjá teimum ymisku londunum eru eitt nú íðkarar, venjarar, vøddamýkjarar, kokkar – og nú eisini prestar.


Eitt av sigursvandu londunum, Noreg, hevur tveir prestar við í Suðurkorea. Endamálið við tí er, at norsku ítróttarfólkini skulu hava onkran at venda sær til í kreppustøðum, ella um tey bara hava tørv á einum púra fríum práti.


Norski skíðarin, Astrid Uhrenholdt Jacobsen, misti beiggja sín undir vetrarleikunum í Russlandi í 2014, og hon sigur við VG, at eitt slíkt tilboð, sum Noreg nú hevur við at hava prestar við, kundi verið henni ein hjálp í persónligu kreppuni, sum hon tá kom í.


- Tíbetur hevði eg tó nógv fólk rundanum meg, sum høvdu tíð og hug at hjálpa, men at vænta sær hjálp frá einum venjara var ikki rætt, tí tað hevði merkt alt liðið. Eina slíka støðu greiðir ein prestur betur. Eg eri glað fyri at vit við hesum viðganga, at ítróttur er meira enn heiðursmerkir, og at vit hugsa um sjálva menniskjað, sigur hon við VG.


Í Finnlandi hevur tað verið púra vanligt at hava ein prest við. Prestur hjá finsku ítróttarfólkunum er Leena Huovinen, og í ár verður tað áttanda ferð, at hon er við til OL. Hon sigur, at hon javnan verður spurd um hvat ein prestur hevur at gera í OL.


- Hatta er ein spurningur, ið eg javnan má svara. Hoyr her, eg slái ikki fólk í høvdið við Bíbliuni, og eg prædiki heldur ikki um dómadagin. Eg bjóði eitt frírúm, har tað ikki snýr seg um avrik. Eg telji ikki heiðursmerkir, sigur hon við Hufvudstadsbladet.


Svenski hópurin hevur harafturímóti ongan prest við. Samskiftisfólkið hjá teimum, Lars Markusson, sigur við Expressen, at tey hava sálarfrøðingar við, og at tey ikki hava fingið nakað ynski um at hava ein prest við.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her