Havnin fer at megna oyggjaleikavertsskapin

OYGGJALEIKIR: Hoyr eina samrøðu við Gunvør Balle, varaborgarstjóra í Tórshavnar kommunu um oyggjaleikirnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við Gunvør Balle, varaborgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

Gunvør Balle fegnast um góða avrikini á oyggjaleikunum í Gotlandi, og hon staðfestir, at føroysku ítróttarfólkini eru virðilig umboð fyri okkara land, og ítrótturin fremur gott samanhald.

 

Hon hevur sæð og upplivað fleiri oyggjaleikaleikvøllir, og hon heldur avgjørt, at til summar ítróttargreinir er Havnin betri fyri við umstøðum enn Visby í Gotlandi. 

 

Um framtíðar oyggjaleikir í Føroyum í seinasta lagi 2029 heldur Gunvør Balle, at Havnin fer at megna við undirstøðukervinum, og bøttum umstøðum til ymiskar ítróttargreinir at verða vertsbýur fyri oyggjaleikunum, tá teir aftur koma til Føroya.