HB ari til FC Midtjylland

Avtalan er í gerð og talan er um ungan evnaríkan spælara

Væntandi skiftir 15 ára gamli Hanus Sørensen til FC Midtjylland í næstum. Framrættaði HB arin hevur verið í Danmark og hugt eftir umstøðunum, men endaliga avtalan er ikki komin upp á pláss.

 

- Hanus Sørensen hevur verið í Midtjylland og hugt eftir umstøðunum, men enn er endaliga avtalan ikki komin upp á pláss, sigur Jákup í Stórustovu, umboðsmaður.

 

Hanus Sørensen er millum evnaríku spælararnar í ungdómsdeildunum hjá HB. Ætlanin er, at hann í fyrstu atløgu skal venja við akademinum, har eitt nú U21 landsliðsáleyparin Jákup Thomsen eisini spælir.

 

FC Midtjylland er tiltikið fyri at menna spælarar, harav onkrir blíva seldir víðari til stórfeløg í Evropa. Her kunnu nevnast Pione Sisto til Celta Vigo og Erik Sviatchenko til Celtic.

 

HB seldi fyri kortum Teit Jacobsen til Sønderjyske. Nú er líkt til at enn ein HB ari verður at síggja í donskum fótbólti. Av øðrum kunnu nevnast Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen, René Shaki Joensen og Teit Jacobsen.