HB ari til Frem

Danska felagið hevur tryggjað sær áleypara úr HB

BK Frem, sum spælir í triðjbestu deildini í Danmark, hevur gjørt sáttmála við John Frederiksen. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni. 22 ára gamli áleyparin hevur í ár vunnið FM við HB. Talan er um ein hálvt ára sáttmála.

 

- John er ein 9’ari, sum arbeiðir hart, kann skapa nakað sjálvur og hevur eitt framúr vinstra bein. Hann er sinnaður at visa seg fram í Danmark og eg haldi, at hansara eginleikar kunnu geva okkum fleiri møguleikar í álopspartinum, sigur Lasse Holmgaard, venjari hjá Frem.

 

Sjávur sigur John Frederiksen, at hann velur Frem, tí felagði hevur amtitiónir eins og hann. Hann heldur, at áskoðararnir kunnu vænta av honum, at hann kemur at stríðast og skapa nógv í álopspartinum.

 

- Áskoðararnir kunnu vænta ein spælarar við kreativiteti, ferð og einum hørðum skoti. Teir kunnu vænta ein spælara, sum vil doyggja við gaggunum á, sigur John Frederiksen um seg sjálvan.

 

John Frederiksen var í ár partur av 16 dystum hjá HB í landskappingini og skoraði tvey mál, sambært faroesoccer.com.