HB er leyst av botninum

1.DEILD: Víkingarnir fóru krøktir úr Gundadali

Teir næstbestu hjá HB vunnu seinnapartin týdningarmiklan sigur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

HB vann 2-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.

Rói av Fløtum legði HB framum tíggju minuttir eftir steðgin, og tveir minuttir seinni økti Bjarni Brimnes um leiðsluna. Tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og harvið vann HB 2-0.

 

Sigurin ber við sær, at HB tók seg longri burtur frá niðurflytingarstrikuni. HB er á sjeynda plássi við fjúrtan stigum ella fýra fleiri enn Giza Hoyvík hevur á níggjunda plássi.

Víkingur hevur 22 stig – átta fleiri enn HB – og er á fimta plássi.