Leita á in.fo

Mynd: (Vísir.is/hb.fo)

Tróndur Arge 03.11.2017 (17:17)

HB hevur sett nýggjan venjara

Havnar Bóltfelag hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur sett nýggjan venjara fyri komandi kappingarár. Talan er um 48 ára gamla Heimir Guðjónsson, sum seinastu tíggju árini hevur verið venjari hjá íslendska toppfelagnum, FH.

 

In.fo hevur fylgt gongdini um nýggja venjaran hjá HB allan vegin. Fyrstu tíðindini vóru, at hann var í sambandi við Víking, men tað kom ongantíð til samráðingar. Hóast Heimir Guðjósson tá segði við íslendskar miðlar, at hann einki visti um nakran áhuga úr Føroyum, so var hann í landinum fáa dagar seinni.

 

Tá var tað Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB, sum tók ímóti á flogvøllinum. Partarnir fóru síðani í SMS at samráðast. Tað hevur síðani ljóðað, at svar skuldi koma í vikuni. Nú er so greitt, at íslendski venjarin er sinnaður at blíva venjari í Føroyum, og tekur við í HB komandi kappingarár.

 

Óvissa um spælarar

Tað hevur verið stór óvissa um HB eftir kappingarenda. Liðskiparin seinnu árini, Jóhan Troest Davidsen, hevur skift til NSÍ, meðan Ári M. Jónsson, einasti spælarin úr HB á ársins liði, royndarvenur í Noreg. Hartil hava spælarar sum Teitur M. Gestsson og Aleksandar Stankov (Norðlýsið) sátt iva um framtíðina í HB, meðan Bartal Wardum heldur ikki hevur longt sáttmálan. Eisini hevur Rókur av Fløtum Jespersen boðað frá, at hann ikki spælir komandi kappingarár.

 

Einasta tilgongdin er Dan í Soylu, sum kemur frá EB/Streymi. Hartil kemur Ari M. Olsen aftur, eftir at hava verið útleigaður til júst EB/Streym. Hetta er annað árið á rað, at HB ikki kemur út í Evropa og er ósannlíkt, at felagið hevur nógvar pengar at brúka upp á spælarar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her