HB hevur sett talentchef

Fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, verður talentchef í HB

HB hevur í dag sett Bill McLeod Jacobsen sum talentchef. Hetta er ein rímiliga ókendur leiklutur í føroyskum fótbólti, men meiri kendur frá útlendskum fótbólti. HB sigur um nýggja starvið, at fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin skal taka sær av teimum nógv ungu talentunum í felagnum.

 

- Nú skulu ungu talentini í HB røkjast betur, og tí hevur hevur HB sett ein talentchef, sum fær ítøkiliga leiklutin at taka sær av mongu ungu talentunum í felagnum, skrivar HB á Facebook og leggur afturat:

 

- Ungdómsnevndin í HB arbeiðir miðvíst við at betra um tilboðini til leikarar í ungdómsdeildini í felagnum. Møguleikarnir gerast alt fleiri, og umframt skipaða styrkivenjing, fysioterapi, servenjingar av ymiskum slag, er tíðin nú búgvin til at skipa eitt nýtt starv, har leikluturin verður at stuðla teimum leikarum, sum hava potentiali og ynskja at røkka langt í fótbóltsyrkinum, verður sagt úr HB.

 

Bygnaðurin

Starvið er skipað soleiðis, at talentchefurin hevur ábyrgdina av talentunum frá U15 til og við U21, og hann skal tryggja eina góða yvirgongd frá ungdómi til vaksnamannadeildina. Talentchefurin vísir til høvuðsungdómsvenjaran.

 

Uppgávurnar eru samskifti við leikarar, venjarar, foreldur og onnur, skipa og tilrættisleggja servenjingar, leggja ætlanir fyri einstaka leikaran, menna og vera ráðgevi hjá einstaka leikaranum, tryggja eitt gott og trygt talentumhvørvi, har talentini trívast.

 

HB hevur í seinnu árini latið fleiri spælarar til útlendsk feløg. Eitt nú Hallur Hansson, Gunnar Nielsen, Teit Jacobsen, René Shaki Joensen, Jákup L. Thomsen og Hanus Sørensen. Hartil eru fleiri ungir spælarar í ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland.