Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.06.2018 (11:41)

HB letur ikki mál inn – AB skorar ikki

Argjamenn hava á øðrum sinni vunnu seg í eina hálvfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Í fyrru hálvfinaluni í Gundadali hevði liðið lítið at bjóða upp á, tí HB er í einum flokki fyri seg í løtuni. Ikki tí teir spæla flótandi álopsfótbólt, men tí liðið hevur eitt ótrúligt evni at vinna dystir, og ikki lata mál inn.

Les eisini: AB leigar veteran at standa í mál

HB vann sannførandi 2-0, men landskappingardysturin á Argjum, sum HB vann 1-0, boðar frá, at argjamenn kunnu bíta frá sær. Tað ásanna tey eisini í HB.

 

- Seinast vit spældu á Argjum var talan um ein javnan dyst. Tað vænta vit eisini hesa ferð. Tí taka vit einki fyri givið og skulu spæla við øllum, sum vit hava, sigur Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB.

 

HB verður uttan Aleksandar Stankov, sum tey í HB-húsinum vóna verður tøkur til hina grannauppgerðina í vikuni, tá HB sunnudagin spælir í landskappingini móti B36. HB er eisini uttan Sebastian Pingel, sum nú skal undir skurð og helst ikki spælir atftur hetta kappingarárið, meðan Jógvan Skeel Nolsøe hevur trupulleikar í lærinum. Hann verður helst uttanfyri í eina viku ella tvær.

HB vunnið 8-0

Í trimum uppgerðum í ár, hevur HB vunnið samanlagt 8-0 á AB. Tí er ilt at síggja annað enn, at HB kemur í finaluna, men argjamenn ætla ikki at leggja seg.

 

- Øll vita, at HB er favorittar, men vit mugu inn á vøllin sum ellivu Braveheart ella spartanskir krígsmenn. Vit mugu spæla fyri okkara møguleika. Vit vita hvussu HB spælir, men so er spurningurin um vit klára at steðga teimum, sigur Sorin Anghel íðin á málinum.

 

Seinna hálvfinalan millum AB og HB verður á Argjum í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur frá dystinum.

 

Løgmanssteypið – Hálvfinalur:

Mikudagin 13. juni

Suðringar (2) – (4) B36 (15:00) Beinleiðis á Rás2

AB (0) – (2) HB (18.00) Beinleiðis á Rás2

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her