Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.01.2019 (13:20)

HB og Adrian vunnu 8-1 á ÍF

Fyrsti dysturin í nýggju Venjarakappingini hevur verið í dag. Í Gundadali vunnu føroyameistarnir úr HB heili 8-1 á uppflytarunum úr ÍF. Ársins spælari og toppskjúttin í føroyskum fótbólti í fjør, Adrian Justinussen, legði hart út og skoraði hattrik í fyrra hálvleiki, har Henry Heinesen eisini fekk beinleiðis reytt kort.

 

Les eisini: VVF-Cup í nýggjum hami

 

Í seinna hálvleiki skiftu bæði liðini út, har serliga verjuparturin hjá ÍF hevði ilt við at renna aftaná. Tað byraði við, at Dan í Soylu fekk eina gávu frá miðverjuni, sum hann takkaði fyri. Jógvan Skeel Nolsøe fekk tvey mál, meðan Símun Samuelsen og Símun Sólheim skoraðu hvør sítt. Jan Ó. Ellingsgaard skorði einsamalla málið hjá ÍF.

 

Nakað av fólki var í Gundadali og hugdi eftir dystinum, sum er tann fyrsti í nýggju Venjarakappingini, har tað nú verður spælt yvir seks tey komandi vikuskiftini. Nú klokkan 13 byrjaðu tríggir dystir.

 

VVF-Cup 1. umfar:

Leygardagin:

HB – ÍF 8-1 (4-0)

1-0 Adrian Justinussen

2-0 Adrian Justinussen

3-0 Adrian Justinussen

4-0 Dan í Soylu

5-0 Jógvan Skeel Nolsøe

5-1 Jan Ellingsgaard

6-1 Jógvan Skeel Nolsøe

7-1 Símun Sólheim

8-1 Símun Samuelsen

 

AB – NSÍ (13.00)

KÍ – Skála (13.00)

Víkingur – TB (13.00)

 

Sunnudagin:

B36 – EB/Streymur (13.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her