HB og Allan Dybczak halda fram

Nú skulu steyp á hillina hjá HB-kvinnunum

HB boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við venjaran hjá kvinnum, Allan Dybczak, í tvey ár. HB bleiv í ár nummar tvey í landskappingini og steypakappingini. Allan Dybczak var eisini tilnevndur til ársins venjara hjá kvinnum.

 

HB skrivar á heimasíðuni, at eftir stóra framgongd seinasta árið, so er málið nú at vinna steyp.

 

”Í fjør endaðu okkara bestu kvinnur nummar trý, 17 stig aftanfyri føroyameistaran. Í ár endaðu tær nummar tvey, fimm stig aftanfyri føroyameistaran. Í dag hava vit longt sáttmálan við venjaran hjá HB-kvinnum, Allan Dybczak, skrivar HB.fo og leggur afturat:

 

”Framgongdin hevur verið eyðsæð hesi árini. Fyrraárið endaði HB nummar fýra í bestu kvinnudeildini, 29 stig aftanfyri føroyameistaran. Síðani Allan tók yvir, hevur hann flutt okkum eitt stig fram á stigatalvuni hvørt ár og økt stigatalið við 10 stigum hvørt ár. Harumframt hevur hann ført HB í steypafinaluna bæði árini, hann hevur verið venjari, men tíverri hevur tað endaði við teprum eitt máls tapi báðu ferð. Eingin ivi er um, hvat málsetningurin er komandi kappingarár – nú skal steyp á hillina.”

 

Allan Dybczak hevur drúgvar royndir sum venjari í bestu deildini hjá kvinnum. Tvey tey seinastu árini hevur hann vant okkara bestu kvinnur, eins og hann gjørdi frá 2011 til og við 2014. Tey bæði árini hjá grannunum fyri sunnan í 2007 og 2008 tosar eingin um longur.

 

Í 2015 og 2016 vandi hann næstbesta  mansliðið og U18 liðið, men skifti í fjør aftur til kvinnurnar. Umframt at taka sær av bestu kvinnudeildini, fer Allan Dybczak eisini at vera dómarasamskipari hjá felagnum.