HB roynir Pingel

Danski áleyparin sum í fjør spældi við B36, venur nú við HB

Hóast tað var væntað, at HB í vetur fór at styrkja nógv um hópin, hevur tilgongdin í HB ikki verið tann stóra higartil.

 

Higartil er bara Levi Hanssen komin afturat hópinum, í mun til hópin sum HB hevði í fjør.

 

Men nú ljóðar at styrkirnir fara at koma. Í ÍtróttarSosialinum í gjár bar til at lesa um tveir danskar leikarar, sum HB helst fór at skriva sáttmála við í næstum. Teir báðir vóru Martin Bergvold og Daniel Pedersen, sum ávikavist koma úr Livorno í Italia og Frem í Danmark.

 

Men teir vera møguliga ikki teir einastu nýggju donsku spælararnir í HB. Eisini Sebastian Pingel, sum í fjør var sáttmálabundin við B36, venur í hesum døgum við HB. Hesum váttar HB venjarin, Sigfríður Clementsen, fyri in.fo.

 

-       Pingel hevur bjóða seg fram hjá okkum at venja við, og so fáa vit at síggja um sáttmáli spyrst burturúr, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Eisini Hákun Edmundsson, sum er sáttmálabundin við danska felagið Vendsyssel, vandi fyrstu vikurnar við HB. Men hann er nú farin niður aftur til Vendsyssel at venja við liðfeløgunum í Danmark.