HB selt Teit

Teit Jacobsen er nú í samráðingum við Sønderjyske

HB og danska superligafelagið, Sønderjyske, eru samd um prísin fyri Teit Jacobsen. Nú er tað upp til spælaran og danska felagið at samráðast. Tað váttar Finnbogi Arge, formaður í HB.

 

Les eisini: Sønderjyske vil hava Teit

 

18 ára gamli Teit Jacobsen hevur fyri kortum verið til royndarvenjing í Sønderjyske. Báðir partar hava verið nøgdir við tað, sum teir hava upplivað, tí nú er líkt til at skiftið verður veruleiki.

 

Formaðurin í HB er fegin um, at felagið framleiðir spælarar, ið útlendsk feløg eru sinnaði at keypa. Finnbogi Arge er harmur um, at Teit Jacobsen ikki verður í felagnum komandi ár, men heldur tað er ein góð støða fyri bæði HB og Teit Jacobsen.

 

- Vit høvdu gjarna vilja havt hann her, tí vit hava brúk fyri honum. Hinvegin, so síggja vit okkum sum framleiðarar av spælarum og vit vita, at teir eina ferð skulu víðari. Tí er hetta í samsvar við ta strategi, sum felagið hevur lagt, sigur Finnbogi Arge.

 

Formaðurin í HB er eitt sindur ivasamur um, at Teit Jacobsen velur at skifta so tíðliga. Hann vísir á spælarar sum Heina Vatnsdal, René S. Joensen, Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson, sum allir hava verið í HB og vent í síni yrkisleið.

 

- Teit Jacobsen hevur góðan og sunnan hugburð. Tá hann vil sleppa avstað, so halda vit, at tað er okkara skylda at spæla við. Onkir eru farnir ov tíðliga avstað og eg ivist ikki í, at hann kundi ment seg í HB í eitt ár afturat, men vit mugu hugsa um Teit og hvat hann vil, sigur Finnbogi Arge.

 

Teit Jacobsen hevur í ár spælt við bæði U19 og U21 landsliðnum.

 

Fíggjarligt íkast til HB

Tað var gamalt, at spælarar, sum fóru úr Føroyum, fóru fyri einki. Soleiðis er ikki longur. HB hevur tryggjað sær, at felagið fær fíggjarligt íkast afturfyri søluna.

 

- Avtalan er í trimum pørtum. Vit fáa eitt útgjald í samband við søluna, síðani eru nøkur punkt í samband við eitt ávíst tal av dystum í superliguni, sum útloysa gjald, og so fás vit ein prostentpart av eini møguligari víðarisølu. Tí gevur hendan sølan meining fyri bæði okkum og Teit Jacobsen, sigur Finnbogi Arge.

 

Hann heldur at tað er týdningarmikið, at slík viðurskifti koma upp á pláss hjá felagnum, so tað gerst eini inntøkumøguleiki at framleiða spælarar.

 

- Vit ynskja at framleiða spælarar, sum ætlar sær víðari og spæla á landsliðnum. Skal tað geva meining, so mugu vit hava eina skipan við tí fíggjarliga, ið ger, at vit fáa ágóðan av at menna spælarar, sigur Finnbogi Arge.

 

Hann leggur afturat, at tað eru fleiri spælarar á veg og hann hevur góðar vónir fyri framtíðina. Hinvegin, so ásannar hann eisini, at tað er harmligt at Teit Jacobsen ikki spælir við HB komandi kappingarár, tí hann er ein týðandi partur av liðnum.