HB styrkir seg

Enn valdar óvissa um nógv í HB til komandi kappingarár, men í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at fyrsti nýggi spælarin hevur undirskrivað sáttmála við felagið.

 

Talan er um Dan í Soylu, sum í ár hevur spælt við EB/Streymi. 21 ára gamli miðvallarin er uppvaksin í B71 og spældi har til 2013. Frá 2014 til 2016 spældi hann við AB og hevur í 2017 spælt við EB/Streymi. Í 2013 og 2014 hevði hann framvegis aldur til at spæla við U18. Hesi bæði árini samstarvaðu B71 og HB og tí umboðaði Dan í Soylu HB hesi bæði árini eisini.

 

Dan í Soylu hevur spælt 58 dystir í Effo-deildini, fyri AB og EB/Streym, og skotið fýra mál, tvey fyri hvørt felagið. Til stuttleika kann nevnast, at felagið hjá Dan í Soylu ongantíð hevur tapt, tá hann hevur skorað.

 

Fleiri ungir spælarar hava seinastu dagarnar longt sáttmálan við HB, men fleiri sáttmálar hjá lyklaspælarum ganga út og enn er eingin avtala gjørd við nakran venjara til komandi kappingarár.