HB vildi hava Teit aftur

U21 landsliðsspælarin ynskir hóast avbjóðingar ikki at koma heim aftur

Eftir kappingarárið í fjør seldi Havnar Bóltfelag Teit Jacobsen til danska superligafelagið, Sønderjyske. Sum skilst, so hevur HB spyrt seg fyri um at fáa U21 landsliðsspælaran heim aftur, men Sønderjyske hevur noktað.

 

Les eisini: Teit skift til Sønderjyske

 

Teit Jacobsen hevur framvegis sín fyrsta minutt sum superligaspælari til góðar, eftir eitt avbjóðandi hálvt ár í Sønderjyske. Hann hevur eitt nú havt trupulleikar við skaðum, men vil enn yrkisdreymin sum fótbóltspælari.

 

Les eisini: HB selt Teit Jacobsen

 

- Eg veit einki, men eg skal so ikki heim. Nú eri eg sloppin avstað og vil ikki heim aftur enn, sigur Teit Jacobsen, sum hevur trý ár eftir av sáttmálanum við Sønderjyske.

 

Les eisini: Tí fór Teit til Sønderjyske

 

HB hevur fyri kortum sent áleyparan Daniel Elly Pedersen heim. Tað ljóðar eisini, at Víkingur hevur spurt seg fyri, at fáa Heðin Hansen aftur, men at tað ikki verður av nøkrum.