Leita á in.fo

Tróndur Arge 18.04.2017 (19:34)

Heðin Hansen: Eg skilji ikki langa leikbannið

HB skal komandi tveir dystirnar klára seg uttan Heðin Hansen, sum hevur fingið leikbann í tríggjar dystir, eftir at hann bleiv útvístur móti EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

- Eg skilji ikki leikbannið og hví tað er so ógvusligt, sigur Heðin Hansen.

 

Miðvallarin hjá HB fekk í fyrstu atløgu beinleiðis reytt kort fyri takling aftanifrá. Í sekundunum eftir bleiv rættiligt rok á vøllinum, tá ein spælari royndi at lyfta Heðin Hansen, sum eftirfylgjandi reageraði við at senda armi afturum seg. Tað er dømt til at verða eitt slag, og tá bólturin ikki er í spæl, so er talan um tríggjar dystir leikbann.

 

Hendingin sæst við at trýsta á pílin á myndini

 

- Eg eri sera harmur um leikbannið. Eg haldi, at leikbannið er øgiligt ógvusligt í mun til hvat tað var, sum fór fram. Eg geri eitt fríspark, sum gevur mær reytt kort. Akkurát tá dómarin gevur mær reyða kortið, sitið eg bara púra paff á vøllinum. Síðani blívur bæði eitt og annað rópt í høvdið á mær, og ein lyftur meg upp. Eg føli tað provokerandi, tí eg skilti veruliga ikki tað, sum hendi. Tað var ikki meining at sita har og drála tíðina ella nakað, sigur Heðin Hansen.

 

Hann fær samanlagt leikbann í tríggjar dystir saman. Ein fyri taklingina og tríggjar fyri salgið, sum tó verður minkað við einum dysti, tí hann verður ertaður í støðuni. Hann sat fyrsta dystin yvir í gjár í grannauppgerðini móti B36, sum endaði við javnleiki 2-2.

 

- Eg vildi bara skumpa viðkomandi vækk fra mær, og eg var irriteradur akkurat tá. Hatta var ikki eitt slag, og eg veit tað sær eitt sindur klossut út á video. Eg vanti ikki, at viðkomandi føldi at eg sló út eftir honum, men at eg vildi sleppa leysur, sigur Heðin Hansen.

 

Heðin Hansen skifti í vetur til HB, eftir at hava spælt øll árini í Víkingi.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her