Leita á in.fo

Heðin Askham heldur, at hansara menn vóru ov naivir ímóti ÍF í dag

Heri Simonsen 19.03.2017 (21:40)

Heðin: Vit vóru ov naivir í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná 1-3 tapið hjá EB/Streymi ímóti ÍF í Fuglafirði í dag.

 

- Vit eru ov naivir, staðfestir Heðin Askham. Hann hevði ætlað sær eitt stig úr Fuglafirði í dag, men heldur, at hansara menn megnaðu ikki nóg væl at demma upp fyri ÍF-leikarunum, og áðrenn teir í EB/Streymi høvdu vent sær var støðan 2-0 til ÍF. Tað gekk tó betri í seinna hálvleiki, men málsetningurin at fáa stig var ikki rokkin í dag.

 

Nú gera sundalagsmenn klárt at taka ímóti Skála í kappingini um løgmanssteypið. Tann dysturin verður við Margáir í Streymnesi, sunnudagin 2. apríl.