Leita á in.fo

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heidi Sevdal var ein lyklaspælari, tá Føaroyar í mars mánaði vunnu á Turkalandi og hinum í innleiðandi umfarinum

Tróndur Arge 12.09.2017 (19:57)

Heidi leikbann: Ófatiliga rotið

Hóskvøldið klokkan 19 rullar fyrsti bólturin í HM undankappingini hjá kvinnum fyri Føroyar. Vit eru í bólki saman við Týsklandi, Svøríki, Íslandi, Slovenia og mótstøðuliðnum hóskvøldið, Kekkia.

 

Tað verður mett, at hesin dysturin er ein av teimum, har føroysku kvinnurnar hava bestan møguleika at fáa eitt gott úrslit. Ólukkutíð fyri Heidi Sevdal, noyðist hon at síggja dystin frá áskoðaraplássunum, tí hon hevur leikbann.

 

 - Tað er ófatiliga rotið. Tað er øgiliga keðiligt at sita uttanfyri ein slíkan dyst, har møguleikin fyri at røkka einum góðum úrsliti avgjørt er til staðar. Men tað eru nógvar góðar í hópinum, so ein onnur kemur inn í staðin. Eg iðri meg um, at eg ikki fái spælt, men hopi, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá FSF.

 

Avbjóðingarnar hava nógv at siga

Heidi Sevdal, sum er ein av royndu spælarunum á liðnum, fegnast tó um, at tær nú sleppa at royna seg regluliga móti sterkari mótstøðu.

 

 - Tað er sera hugaligt. Tú gevur teg sjálvandi altíð hundrað prosent, men motivatiónin verður størri, nú vit allatíð skulu prógva okkum og hava landsliðsgularótina at fara eftir. Kappingarárið her heima verður eisini longt nakað, og tað er gott fyri hvønn einstakan spælara og fyri kvinnufótbóltin sum heild, at ein noyðist at vísa dygdir ígjøgnum alla kappingina, sigur vandamikli framherjin í EB/Streymi/Skála, sum um vikuskiftið vann steypakappingina.

 

Heidi Sevdal var eisini við á landsliðnum, ið spældi í HM-undankapping í 2013 og 2014, og hon greiðir frá, at fleiri fyrimunir eru, nú liðið javnan skal spæla undankappingardystir.

 

 - Nú ber betur til at leggja afturat konseptinum, sum vit hava. Vit kunnu brúka dystir til eftirmeting og síggja, hvat er gott, og hvat er minni gott. Riggar okkurt væl, kunnu vit taka tað við okkum til næsta dyst, meðan vit kunnu vraka tað, sum ikki riggar, greiðir nýklækti steypavinnarin frá, ið hevur umboðað Føroyar meir enn 40 ferðir.

 

 - Tá tað til dømis er eitt ár millum avbjóðingarnar, er tað sum at byrja av nýggjum hvørja ferð. Nú er landsliðið í fastari legu, arbeiðið hongur nógv betur saman og tað er lættari hjá spælarunum at fyrihalda seg til, sigur Heidi Sevdal í samrøðu við FSF.fo.

 

Í hesum umfarinum skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir dystir. Ísland á útivølli er á skránnið mánadagin 18. september, men fyrst kemur Kekkia á Tórsvøll. Tann dysturin verður á Tórsvølli hósdagin 14. september klokkan 19:00. Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her