Heimsins besta kann koma til Føroya

Heimsins besti hondbóltsleikari 2018 er um at vera til reiðar at spæla fyri Rumenia aftur


Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Føroyar skulu hitta Rumenia, Pólland og Ukreina í undankappingina til EM í kvinnuhondbólti 2020.

 

Les eisini: Føroyar komu í truplan bólk

 

Meðan Pólland og Ukreina ikki eru millum fremstu hondbóltstjóðir, so sleppa vit at síggja eina av teimum heilt stóru, tá ið rumenska landsliðið  kemur á vitjan.

Í desember tók Rumenia øll á bóli, tá ið liðið framdi eitt stórt úrslit eftir øðrum, og kom í hálvfinaluna í EM-endaspælinum í Fraklandi.

Orsøkin skuldi fyrst og fremst finnast í vinstra bakkinum, Cristinu Neagu. Rumenski stórskjúttin telist sum ein av heimsins bestu leikarum nakrantíð, og var millum annað kosin heimsins besti leikari av altjóða hondbóltssambandinum í 2010, 2015 og 2016. Eingin hevði áður fingið heiðurin tríggjar ferðir.

Í EM-endaspælinum í desember í fjør vísti Cristina Neagu seg aftur sum heimsins besta vinstra bakk, og henni at takka, so fóru fólk av álvara at geva Rumenia einum møguleika fyri Evropameistaraheitinum.

Men hesin møguleikin hvarv í seinasta dystinum undan hálvfinaluni. Cristina Neagu fekk ein ringan knæskaða, og skjótt var staðfest at krossbandið var slitið.

Rumenia tapti greitt fyri Russlandi í hálvfinaluni, men Cristina Neagu fekk enn einaferð heiðurin sum heimsins besti hondbólsleikari. Fyri fjórðu ferð.

Síðani hevur hon stríðst við at gerast frísk aftur, og er málið hjá henni fyrst og fremst at gerast til reiðar til komandi kappingarár við ungarska stórfelagnum CSM Bucuresti.

Um somu tíð byrjar undankappingin til EM. Enn er ikki greitt nær Føroyar skulu hitta Rumenia, men tað kann møguliga vera longu í september. Tá er heldur ivasamt um heimsstjørnan verður við. Men verður tað seinni, so er mikið møguligt at vit fáa sæð ein av heimsins bestu hondbóltsleikarum nakrantíð í Føroyum.

Trýst á pílin og síggj Cristinu Neagu fyri fýra árum síðani