Heimsins dýrasti skaddur

Mynd: (Polfoto)

Real Madrid verður uttan Gareth Bale í upp til tríggjar vikur. Hann bleiv skaddur í 5-1 sigrinum á Sporting Gijon sunnudagin.

 

Les eisini: Real Madrid blomstrar við Zidane:

 

Gareth Bale hevur annars verið væl fyri seinastu dystirnar. Hann legði millum annað Real Madrid á odda móti Sporting Gijon við máli nummar 13 hetta kappingarárið.

 

Hóast Real Madrid ikki vil upplýsa hvussu leingi walisiski vongurin verður úti, so skrivar Marca, at hann helst verður úti í tríggjar vikur.

 

Hetta er triðju ferð í ár, at Gareth Bale er úti við trupulleika í øðrum tjúkkanum. Tær ferðirnar var hann úti í tvær viku á gangin. Marca skrivar, at tey í Real Madrid vóna, at hann verður tøkur til Champion League endaspælið, har Real Madrid skal spæla móti AS Roma.

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)