Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.01.2018 (21:45)

Heimsmeistararnir vóru illa sperdir

Tað var uppgerð millum tveir av favorittunum at vinna EM í hondbólti, sum var á skránni, og talan var um hondbólt í heimsflokki, tá ið heimsmeistararnir úr Fraklandi í kvøld dystaðust við Noreg.

Væl trimmaðir og stórir spælarar vístu, at teir eisini kunnu vera kimiligir, snildir og hava framúr bóltførleika og skil fyri spælinum.

Frakland vann 32-31, og sum tølini siga, so leyp tað einki av. Noreg hevði møguleika í síðsta álopinum at javna, men tað eydnaðist ikki.

 

Eftir trilvandi fyrstu minuttirnar, tá ið fraklendingar vóru greitt omaná, fótaðu norðmenn sær av álvara, og við sera sannførandi verjuspæli og hugflogsríkum álopsspæli vóru teir eftir fyrra hálvleik frammanfyri 17-15.

 

Eftir steðgin rann Frakland støðugt aftaná. Noreg var tvey og trý mál frammanfyri, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá eydnaðist Fraklandi at minka um munin til 27-26, og lítla løtu seinni stóð á jøvnum 27-27.

Fimm minuttir undan leikloki var Noreg frammanfyri 29-28, og so skiftust liðini um at skjóta mál. Frakland legði seg fyrstu ferð í seinna hálvleiki framum, tá ið tað restaðu tríggir minuttir, og so endaði tað 32-31 til Frakland.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her