Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.05.2018 (20:11)

Heldur fram hjá landsliðnum

Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari, hevur í dag longt sáttmálan við týska fótbóltslandsliðið, so at hann er galdandi til 2022. Tað boða týskir miðlar frá í dag.

 

Hann hevur sitið leingi – líka síðani HM á heimavølli í Týsklandi í 2006 – men so eru úrslitini heldur ikki at forsmáa. Í 2008 tapti Týskland finaluna móti Spania í EM í Eysturríki, í HM í Suðurafrika endaði Týskland nummar trý, í EM í Póllandi og Ungarn tapti Týskland 2-1 móti Italia í semifinaluni.

 

Loksins í 2014 eydnaðist tað at vinna. Tá basti Týskland Argentina 1-0 í finaluni. Í 2016 tapti Týskland 2-0 móti Frankaríki í semifinaluni.

 

Í HM í Suðuraftrika í 2010 bleiv Týskland nummar trý og gjørdist heimsmeistari í Brasil í 2014.  

 

Gamli sáttmálin var gamaní galdandi til aftan á EM í 2020, men nú er hann so longdur til aftan á HM í Katar í 2022. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her