Helgi er favorittur

Mótstøðumaðurin í øðrum umfari í Reykjavík Open er úr Italia

Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi.

Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Italia. Hann eitur Pietra Della, og styrkistalið hjá honum er 2228.

Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2553, og harvið kann ikki sigast annað, enn at føroyski telvarin er favorittur í morgun.

Tvey umfør eru á skránni ídag. Seinna umfarið verður klokkan 17. Um tað eydnast Helga at vinna í øðrum umfari, so verður mótstøðan uppaftur størri seinnapartin.

Tólv føroyingar luttaka í Reykjavík Open 2017.

Kappingin heldur fram til hósdagin í næstu viku, tá ið tíggjunda umfar verður.