Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.09.2016 (16:33)

Helgi er stórmeistari!!

Tað hevur verð bíðað eftir tí, og nú er tað veruleiki!

Í dag var næstsíðsta umfar í talvolympiaduni í Baku á skránni. Helgi Dam Ziska var á fyrsta borði. Yvir av honum í dag sat Jose Daniel Gemy, sum er fremsti telvarin hjá Bolivia. Hóast styrkistalið hjá honum er 2384 – tað hjá Helga er 2546 – so hevur hann higartil í OL kappingini staðið seg fram úr væl.

 

Men í dag dró bolivianski telvarin við hvíta fólkinum svart. Helgi Dam Ziska var tryggur og miðvísur. Hann vann finnu frá mótstøðumanninum, ið sum fráleið hevði dagsskránna at varðveita javnleikin. Men Helgi kroysti stútt og støðugt mótstøðumannin, sum legði kongin, tá ið Helgi bæði hótti við máti og at vinna nýggja frúgv.

 

Hesin sigurin er søguligur!

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyskur telvari nú stórmeistari. Undan OL í Baku í Aserbadjan hevði Helgi vunnið ein GM norm av teimum trimum, sum skulu til fyri at verða stórmeistari.

Gott úrslit í OL ber tveir normar við sær, og úrslitini hjá Helga hava verið so mikið góð, at hann í dag hevur tikið síðsta risa stóra lopið á leiðini, so hann nú er stórmeistari!

Føroyski talvheimurin og allir føroyingar stórfegnast um avrikið hjá Helga Dam Ziska. Tað fer altíð at standa sum varði í føroyskari talvsøgu og í føroyskari søgu yuvirhøvur!

 

Tá ið vit undir kappingini í Baku hava havt samband við Finnbjørn Vang, formann í Talvsambandi Føroya og ferðaleiðara í Baku, so hevur hann ikki verið við upp á at gera so nógv burtur úr møguleikanum hjá Helga at verða stórmeistari.

-Helgi hevur onkuntíð verið tætt við, men so er tað kortini ikki vorðið til nakað. Nú fara vit at fegnast, tá ið tað er veruleiki, at Helgi er vorðin stórmeistari, hevur viðmerkingin hjá formanninum í Talvsambandinum verið.

Nú kunnu Finnbjørn Vang, sum í dag situr á fjórða borði í Baku, hinir føroyingarnir í Aserbadjan og allir føroyingar fegnast um, at tað er veruleiki. Helgi Dam Ziska er stórmeistari í talvi!


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her