Helgi Hoydal skiftir til Viking Stavanger

Helgi Hildarson Hoydal skal spæla saman við Kjartani Johansen komandi kappingarár.

Fyrrverandi liðskiparin á føroyska U-21 landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal kunnger í dag, at hann hevur skrivað sáttmála við norska felagið, Viking Stavanger.


Felagið spælir í næstbestu norsku deildini, eftir at liðið flutti upp farna kappingarár. Í ár er málið at spæla seg til fast pláss í deildini, og til tess hevur felagið nú skrivað sáttmála við tveir føroyingar, eftir at eisini Kjartan Johansen skrivaði sáttmála herfyri.


Helgi Hildarson Hoydal hevur seinastu mánaðarnar drigist við ein knæskaða, so tað bar ikki til hjá honum at royndarvenja, men venjarin hjá Viking Stavanger, Joar Gjerde, var venjari hjá norska U-21 landlisðnum til endaspælið í Algeria, og har sá hann nóg mikið til at bjóða føroyska strikuspælaranum sáttmála.


Hoyvíkingurin gleðir seg eisini at spæla í nýggja felagnum – eisini saman við vinmanninum av strondum.


-Tað verður ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg at spæla saman við Kjartani, ið eg altíð havi havt gott samstarv við á landsliðnum, sigur Helgi Hildarson Hoydal.


- Tað verður møguliga eitt fet aftur í støði, men eg vænti at tað verður eitt stórt fet fram fyri mína menning, við tí spælitíðini og teimum venjingarumstøðunum. ið eg nú fái, sigur hoyvíkingurin, ið nú skal royna seg í Noregi.


Noreg er eitt av fremstu londum, tá ið tað snýr seg um kroppsliga venjing – hetta sæst eisini aftur á bæði kvinnu- og manslandsliðum teirra. Hetta er føroyski strikuspælarin eisini varugur við.


- Tað verður heilt vist gott hjá mær at koma aftur frá skaðanum her, serliga tá ið hugsað verður um góða umdømi, ið norskur hondbóltur hevur við kroppsligari venjing, staðfestir Helgi Hildarson Hoydal.