Leita á in.fo

Jóannes Hansen 20.04.2017 (15:00)

Helgi setti mótstøðumannin skákmát

Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið GM Helgi Dam Ziska fyrrapartin telvaði ímóti italiumanninum Pietra Della. Telvararnir settust við borðini klokkan níggju íslendska tíð (klokkan tíggju føroyska tíð), og fýra tímar og 46 leikir seinni var tað greitt, at Helgi Dam Ziska hevði vunnið.

Helgi vísti meistaraspæl, tá ið hann stongdi frúnna hjá mótstøðumanninum frá ávirkan og í handavend fekk støðu, sum bar við sær, at mótstøðumaðurin einki hevði at velja í uttan at leggja kongin. Tá var mátstøðan bara tveir leikir burtur.

 

Margar M. Berg (1813) vann í øðrum umfari ímóti íslendska Batel Goitom Haile (1197). Hann er tann einasti føroyingurin – burtursæð frá Helga Dam Ziska – sum hevur vunnið úrtøku ídag. Onkrir av føroysku telvaranum sita framvegis í búnum talvi.

 

Tað verður farið undir triðja av tíggju umførum klokkan 17 íslendska tíð.